Samfelagskunning er almenn kunning til samfelagið. Tá ein sendur út samfelagskunning, skal hon verða viðkomandi fyri ein størri bólk í samfelagnum. Tað er brúkarin sjálvur, ið velur, hvat fyri samfelagskunning hann ynskir at fáa.
Sí, hvussu nógv hava móttikið og hugt eftir boðunum.
Spar tíð við at senda eini boð, dagføra tey, og at tey sjálvvirkin verða strikaði.
Vel hvørja kunning tú vilt hava, grundað á evnir og tíð.
Í samband við avlýsingar, broytingar o.a. fær móttakarin samfelagskunningina beint á telefonina, og noyðist ikki at leita eftir hesari kunning sjálv/ur.
Sí kunningina á einum korti.
Vel sjálv/ur hvørji øki í Føroyum, tú hevur áhugað í, og so móttekur tú bara kunning úr teimum valdu økjunum.
Samfelagskunningin hóskar seg væl til almennar tænastur, sum t.d. hava við streym, vatn, hita at gera.
Tá vegarbeiði verður framt og vegir eru stongdir, er tað sera viðkomandi hjá borgarum at fáa kunning um hettar.
Samfelagskunningin hóskar seg væl til fráboðanir um avlýsingar og broytingar í ferðaætlanum.
Við hjálp av kortinum er tað lætt hjá ferðafólki at síggja hvørji tiltøk eru, og hvørji áhugaverd støð eru at vitja.
Virkisloysnin hjálpir einum virki við at kunna starvsfólki á ein einfaldan og ómakaleysan hátt, soleiðis at tey við bert einum klikki, finna kunningina. Kunningin verður send beinleiðis út á Alarm.fo appina, ið fylgir við hesari loysnini.
Sí hvør hevur sæð boðini og ikki.
Send beinrakna kunning til ein ella fleiri bólkar av starvsfólki.
Skipanin koyrir á netinum og krevur ongan KT-rakstur.
Spar tíð við at senda eini boð, dagføra tey, og at tey sjálvvirkin verða strikaði.
Send og avgreið spurningar til starvsfólk ómakaleyst og stundisliga.
Við hjálp av tíðarásetingum, avgerð tú nær boð verða send og hvørva aftur.
Eitt klikk og móttakarin hevur yvirlit.
Móttakarin fær stundisliga fráboðan, tá eini boð eru send.
Virkisloysnin hóskar seg væl til ítróttarfeløg. T.d. kann ein venjari sjálvur avgera hvørji lið ella venjaratoymir boð skulu sendast til.
Við virkisloysnini kunnu lærarar sjálvir innrita seg við sínum egna brúkaranavnið og loyniorðið at senda til sín flokk.
Tiltaksloysnin hóskar seg væl til festivalar, stevnir og størri tiltøk, men kann eisini nýtast til m.a. fjepparabólkar, handlar v.m.
Legg skráir, upplatingartíðir og annað sølufremjandi tilfar til allar tínar tiltakslimir at síggja.
Sí hvussu nógvir limir eru í tínum tiltaki, hvussu nógv hava móttikið boðini, hava sæð og ikki sæð boðini v.m.
Legg alla kunning á tína tiltaksloysn í samband við tiltøk.
Til ber at leggja myndir, filmar og pdf fílur afturat boðum, ið verða send til tínir tiltakslimir.
Eitt klikk og móttakarin hevur yvirlit.
Tiltaksloysnin hóskar seg væl til festivalar, stevnur og størri tiltøk, har nógv fólk savnast. Hetta tí at tú kanst savna alla kunning á einum stað, so sum skráir, kort av økinum, reglugerðir, vegleiðingar, sangheftir v.m.
Handlar kunnu nýta tiltaksloysnina til at leggja síni tilboðsbløð út, broytingar og upplatingartíðir. Tá t.d. eitt tilboðsblað verður sent, er tað stundisliga úti hjá øllum limunum.
Fólk melda til ein fjepparabólk, har fyrisitarin t.d. kann leggja eina dystarskrá, myndir, tíðindi, felagstúrar og onnur fjepparatiltøk.
Til ber at leggja sína matskrá út á tiltaksloysnina og halda hana dagførda.
Neyðboð eru ætlaði mynduleikum. Neyðboð fara út til øll, ið hava Alarm.fo appina og skulu bara nýtast í serligum førum. Tey hava eitt serligt frámerki, ið hálýsur tey.
Neyðboð eru einans til mynduleikar.
Neyðboð fara út til allar brúkarar uttan atlit til teirra valdu stillingar.
Neyðboð hava serligt frámerki á kunningaryvirlitinum og kortinum.
Neyðboð eru altíð ovast í yvirlitinum.
Neyðboð hóska seg væl til politi. Hetta kann verða í samband við saknaðar persónar, vandamiklar støður og mangt annað.
Í samband við storm kann ein veðurstøð senda boð út til borgarar at t.d. halda seg inni.
Í samband við stóran eld, ið kann krevja mannalív, er Alarm.fo eitt sera hent amboð.
Tá farlig evnir ella aðrir heilsuvandar eru, kunnu neyðboð nýtast til at kunna um vandan.
Send eina tilkalling út til bólkar, ið stundisliga skulu hava boð. Við hjálp av trýstigsváttanini, ið fyrst sendur vanlig boð, síðani sms og til seinast vísir at uppringing eru neyðug, tryggjar Alarm.fo at boðini koma út.
Sendarin fær beinanvegin yvirlit, og sær hvør hevur móttikið og svara boðnum.
Við tilkalling fær kundin sítt egna serbygda markamót, fyri at tryggja at tað er so einfalt, beinraki og skjótt sum gjørligt at fáa boð út.
Møguligt er at senda eini taluboð, ið móttakarar kunnu hoyra.
Sendur sjálvvirkandi eini sms boð, um móttakarin ikki svarar ella móttekur boðini.
Tilkalling hevur nógvar aðrar hentleikar, ið kunnu gagnnýtast.
Tilkalling hóskar seg væl til politi. Hetta kann vera tilkalling í samband við neyðstøður.
Send út eina tilkalling tá brúk er fyri meira starvsfólki.
Innkalling er eitt sera hent amboð at hava hjá lokalum bjargingarfeløgum t.d. í samband við storm, eld o.a., soleiðis at tað er ómakaleyst at savna bjargingarfólki saman við einum einkultum boðum.
Um t.d. sløkkiliðið hevur brúk fyri meira fólki til ein eldsbruna, er tilkallingarskipanin hjá Alarm.fo eitt sera hent amboð at hava.
Sum heild kann tilkalling nýtast til allar fyritøku og stovnar, sum hava starvsfólk, ið eru standby. Við hjálp av trýstigsváttanini, ið fyrst sendur vanlig boð, síðani sms og til seinast uppringing, tryggjar Alarm.fo at boðini koma stundisliga út til rætta viðkomandi.