Loysnir

Loysnir frá Alarm.fo

Samfelagskunning

Samfelagskunning er almenn kunning til samfelagið. Tá ein sendur út samfelagskunning, skal hon verða viðkomandi fyri ein størri bólk í samfelagnum. Tað er brúkarin sjálvur, ið velur, hvat fyri samfelagskunning hann ynskir at fáa.

Samfelagskunning verður sent út til allar brúkarar, ið hava Alarm.fo appina, men tað er brúkarin sjálvur, ið velur hvørja kunning hann fær.

Samfelagskunning

Tað sum er serligt við samfelagskunningini:

Sendarin


YVIRLIT

Sí, hvussu nógv hava móttikið og hugt eftir boðunum.

Tíðarsparandi

Spar tíð við at senda eini boð, dagføra tey, og at tey sjálvvirkin verða strikaði.


Móttakarin


Fult tamarhald

Vel hvørja kunning tú vilt hava, grundað á evnir og tíð.

Stundislig boð

Í samband við avlýsingar, broytingar o.a. fær móttakarin samfelagskunningina beint á telefonina, og noyðist ikki at leita eftir hesari kunning sjálv/ur.

Kort

Sí kunningina á einum korti.

Øki

Vel sjálv/ur hvørji øki í Føroyum, tú hevur áhugað í, og so móttekur tú bara kunning úr teimum valdu økjunum.


Samfelagskunningin hóskar seg til:


Almennar tænastur

Samfelagskunningin hóskar seg væl til almennar tænastur, sum t.d. hava við streym, vatn, hita at gera.

Vegakervið

Tá vegarbeiði verður framt og vegir eru stongdir, er tað sera viðkomandi hjá borgarum at fáa kunning um hettar.

Ferðslu

Samfelagskunningin hóskar seg væl til fráboðanir um avlýsingar og broytingar í ferðaætlanum.

Ferðavinnu

Við hjálp av kortinum er tað lætt hjá ferðafólki at síggja hvørji tiltøk eru, og hvørji áhugaverd støð eru at vitja.


Filmslýsing

Virkisloysn

Virkisloysnin hjálpir einum virki við at kunna starvsfólki á ein einfaldan og ómakaleysan hátt, soleiðis at tey við bert einum klikki, finna kunningina. Kunningin verður send beinleiðis út á Alarm.fo appina, ið fylgir við hesari loysnini.

Við virkisloysnini kann tann, ið sendir kunning, senda til ein ella fleiri bólkar av starvsfólki samstundis.

Virkisbólkar

Tað, sum er serligt við virkisloysnini:

Sendarin


Yvirlit

Sí hvør hevur sæð boðini og ikki.

Beinrakin kunning

Send beinrakna kunning til ein ella fleiri bólkar av starvsfólki.

Ongin rakstur

Skipanin koyrir á netinum og krevur ongan KT-rakstur.

Tíðarsparandi

Spar tíð við at senda eini boð, dagføra tey, og at tey sjálvvirkin verða strikaði.

Spurningar

Send og avgreið spurningar til starvsfólk ómakaleyst og stundisliga.

Tíðaravmarkaði boð

Við hjálp av tíðarásetingum, avgerð tú nær boð verða send og hvørva aftur.


Móttakarin


Yvirlit

Eitt klikk og móttakarin hevur yvirlit.

Fráboðan

Móttakarin fær stundisliga fráboðan, tá eini boð eru send.


Virkisloysnin hóskar seg til:


Fyritøkur

Ítróttarfeløg

Virkisloysnin hóskar seg væl til ítróttarfeløg. T.d. kann ein venjari sjálvur avgera hvørji lið ella venjaratoymir boð skulu sendast til.

Stovnar

Skúlar

Við virkisloysnini kunnu lærarar sjálvir innrita seg við sínum egna brúkaranavnið og loyniorðið at senda til sín flokk.


Filmslýsing

Tiltaksloysn

Tiltaksloysnin hóskar seg væl til festivalar, stevnir og størri tiltøk, men kann eisini nýtast til m.a. fjepparabólkar, handlar v.m.

Fá kunning út til 100, 1000 ella 10000 tiltakslimir stundisliga.

Almennir bólkar v2

Tað, ið er serligt við tiltaksloysnini:

Sendarin


Lýsingar

Legg skráir, upplatingartíðir og annað sølufremjandi tilfar til allar tínar tiltakslimir at síggja.

Hagtøl

Sí hvussu nógvir limir eru í tínum tiltaki, hvussu nógv hava móttikið boðini, hava sæð og ikki sæð boðini v.m.

Alt savna

Legg alla kunning á tína tiltaksloysn í samband við tiltøk.

Miðlafíla

Til ber at leggja myndir, filmar og pdf fílur afturat boðum, ið verða send til tínir tiltakslimir.


Móttakarin


Yvirlit

Eitt klikk og móttakarin hevur yvirlit.



Tiltaksloysnin hóskar seg til:


Festivalar og stevnur

Tiltaksloysnin hóskar seg væl til festivalar, stevnur og størri tiltøk, har nógv fólk savnast. Hetta tí at tú kanst savna alla kunning á einum stað, so sum skráir, kort av økinum, reglugerðir, vegleiðingar, sangheftir v.m.

Handlar

Handlar kunnu nýta tiltaksloysnina til at leggja síni tilboðsbløð út, broytingar og upplatingartíðir. Tá t.d. eitt tilboðsblað verður sent, er tað stundisliga úti hjá øllum limunum.

Fjepparabólkar

Fólk melda til ein fjepparabólk, har fyrisitarin t.d. kann leggja eina dystarskrá, myndir, tíðindi, felagstúrar og onnur fjepparatiltøk.

Matstøð

Til ber at leggja sína matskrá út á tiltaksloysnina og halda hana dagførda.


Filmslýsing

Neyðboð

Neyðboð eru ætlaði mynduleikum. Neyðboð fara út til øll, ið hava Alarm.fo appina og skulu bara nýtast í serligum førum. Tey hava eitt serligt frámerki, ið hálýsur tey.

Neyðboð verða send av mynduleikum og fara út til øll, ið hava Alarm.fo appina.

Neyðboð

Tað, sum er serligt við neyðboðum:

Sendarin


Bert fyri mynduleikar

Neyðboð eru einans til mynduleikar.

Rakar øll

Neyðboð fara út til allar brúkarar uttan atlit til teirra valdu stillingar.


Móttakarin


Serligt frámerki

Neyðboð hava serligt frámerki á kunningaryvirlitinum og kortinum.

Altíð sjónlig

Neyðboð eru altíð ovast í yvirlitinum.


Neyðboð hóska seg til:


Politi

Neyðboð hóska seg væl til politi. Hetta kann verða í samband við saknaðar persónar, vandamiklar støður og mangt annað.

Veðurstøðir

Í samband við storm kann ein veðurstøð senda boð út til borgarar at t.d. halda seg inni.

Brandstøðir

Í samband við stóran eld, ið kann krevja mannalív, er Alarm.fo eitt sera hent amboð.

Heilsumynduleikar

Tá farlig evnir ella aðrir heilsuvandar eru, kunnu neyðboð nýtast til at kunna um vandan.


Myndir



Tilkall

Send eina tilkalling út til bólkar, ið stundisliga skulu hava boð. Við hjálp av trýstigsváttanini, ið fyrst sendur vanlig boð, síðani sms og til seinast vísir at uppringing eru neyðug, tryggjar Alarm.fo at boðini koma út.

Tilkalling verður nýtt til at kalla fólk inn stundisliga.

Tilkalling

Tað, ið er serligt við tilkall:


Yvirlit

Sendarin fær beinanvegin yvirlit, og sær hvør hevur móttikið og svara boðnum.

Serbygt markamót

Við tilkalling fær kundin sítt egna serbygda markamót, fyri at tryggja at tað er so einfalt, beinraki og skjótt sum gjørligt at fáa boð út.

Taluboð

Møguligt er at senda eini taluboð, ið móttakarar kunnu hoyra.

SMS boð

Sendur sjálvvirkandi eini sms boð, um móttakarin ikki svarar ella móttekur boðini.

Mangt annað

Tilkalling hevur nógvar aðrar hentleikar, ið kunnu gagnnýtast.


Tilkalling hóskar seg til:


Politi

Tilkalling hóskar seg væl til politi. Hetta kann vera tilkalling í samband við neyðstøður.

Sjúkrahús

Send út eina tilkalling tá brúk er fyri meira starvsfólki.

Bjarginarfeløg

Innkalling er eitt sera hent amboð at hava hjá lokalum bjargingarfeløgum t.d. í samband við storm, eld o.a., soleiðis at tað er ómakaleyst at savna bjargingarfólki saman við einum einkultum boðum.

Brandstøðir

Um t.d. sløkkiliðið hevur brúk fyri meira fólki til ein eldsbruna, er tilkallingarskipanin hjá Alarm.fo eitt sera hent amboð at hava.

Tilkalling

Sum heild kann tilkalling nýtast til allar fyritøku og stovnar, sum hava starvsfólk, ið eru standby. Við hjálp av trýstigsváttanini, ið fyrst sendur vanlig boð, síðani sms og til seinast uppringing, tryggjar Alarm.fo at boðini koma stundisliga út til rætta viðkomandi.