Your request has been sent.

Kennir tú tað?

Kennir tú tað

Vit hava loysnina – Alarm.fo

Alarm.fo er ein kunningar- og samskiftisskipan, ið m.a. veitir stundisliga almenna kunning á snildfonina. Tað, sum er serligt við hesari skipan er, at brúkarin sjálvur kann tillaga hana soleiðis, at hann bara móttekur kunning, ið er viðkomandi fyri hann.

Innritan

Innrita við skipanini ella umvegis Facebook ella Google+.

Fult tamarhald

Við ymiskum filtrum kanst tú velja kunning til og frá, grundað á økir, tíð og evni.

Meira kunning

Um tú vilt vita meira um eitt ávíst evni, so ber til at trýsta á eina hending á einum yvirliti og einum korti.

Map

Vel nær tú vilt hava tína kunning

Tú kanst við hjálp av vangum, stýra nær tú vilt móttaka tína kunning, og hvør kunningin skal verða í valda tíðarskeiðnum.

Yvirlit yvir tína kunning

Skipanin hevur eitt yvirlit yvir ta kunning, tú hevur valt. Hendan kunning er eisini frámerkt á einum korti.

Viðlagt leinki

Eitt leinki til viðkomandi heimasíðu verður viðlagt í veittu kunningini.

Filmslýsing

App skýggjamyndir

Ein nýggjur kunningarheimur letur seg upp fyri tær.

Alarm.fo veitir tær tað, tú hevur tørv á at vita – har tú ert, tá tað er viðkomandi!

Tak appina niður her

Vel stýriskipan og tak beinleiðis niður.

APPLE BRÚKARIANDROID BRÚKARI

Kom í samband við okkum

á Ryggi 25, FO-270 Nólsoy, Føroyar

Fylg okkum á facebook

info@alarm.fo

Skriva teg upp til okkara tíðindabræv