Support

FAQ (ofta stillaðir spurningar)

Er Alarm.fo ókeypis at brúka?

Alarm.fo er ókeypis at taka niður, og øll, ið hava appina kunnu móttaka boð. Um ynski er at senda boð, ella at gera bólkar, so er neyðugt at keypa ein av teimum ymsu vørupakkunum vit bjóða HER.

Hví skal eg upplýsa telefon nummar og email, tá ið eg skal gera ein brúkara?

Telefon nummari verður nýtt, um tørvur er á at senda eini sms til tín. Email verður nýtt til at senda tær títt loyniorð, um tú skuldi gloymt tað.

Hvussu geri eg, um eg gloymi mítt loyniorð?

Tá tú opnar appina, er ein tekstur í neðra, ið sigur “Gloymt títt loyniorð?”. Trýst á tann tekstin, og tú verður víðarisendur til ein skýggja, har tú skal skriva tann teldupostin tú nýtti til at stovna tína Alarm.fo konto. Tú fært síðani eitt nýtt loyniorð sendandi til tín teldupost.

Hvussu sløkki eg fyri fráboðanum, ljóðið o.ø. frá Alarm.fo?

Soleiðis gert tú við iPhone: fær á Settings/Indstillinger -> Alarm.fo -> Notifications/Meddelelser og slá Allow Notifications/Tillad meddelelser og/ella Sounds/Lyde frá.

Soleiðis gert tú við Android telefon: fær á Settings/Indstillinger -> Apps/Programmer -> Alarm.fo -> Notifications/Underretninger og slá frá Allow notifications/Tillad meddelelser og/ella Sounds/Ringtone o.s.v.

Hví spyr appin um at fáa loyvi at nýta tína staðseting (location) og fráboðanir (notifications)?

Appin skal nýta tína staðseting (location) til kortið. Uttan tína staðseting er eingin kunning at síggja á kortinum.

Appin nýtir fráboðanir (notifications) til at siga frá, tá nýggj boð eru komin á appina. Hetta fyri at tað skal verða lættari at leggja merki til nýggj boð.

Tað er tó ikki neyðugt at loyva Alarm.fo appini at nýta tína staðseting ella fráboðanir, appin er virkin hóast hettar.

Hvussu kann eg velja, hvat kunning eg ynski at fáa?

Fær til stillingar -> vangar í appini. Har hevur tú møguleika at velja júst tey evni, ið hava tín áhuga. Harumframt er eisini gjørligt at velja tey øki, ið eru viðkomandi fyri teg.

Hvussu gerist eg limur í einum bólki?

Tú finnur almennar bólkar við at skriva navnið í leiti teigin í appini. Tú hevur so møguleika at innlima teg í bólkin. Til virkisbólkar krevst ein innbjóðing.

Hvussu goymi eg eini boð sum yndiskunning?

Eftir at tú hevur opnað eini boð, er gjørligt at trýsta á stjørnuna næst boð heitinum. Øll boð, ið tú hevur valt sum yndiskunning, eru at finna í stillingar -> yndiskunning.

Kann eg strika boð?

Nei, ikki sum móttakari av boðum. Boðini verða strikaði av sær sjálvum, tá ið tey ikki eru viðkomandi longur.

Hví hava boðini í appini ymsar litir?

Teir ymsu litirnir hálýsa, hvussu álvarsom boðini eru. Eini reyð boð verða mett at hava størri týdning fyri borgarar enn eini grøn.

Mín spurningur er ikki at finnað í FAQ.

Skriva okkum ein email á support@alarm.fo, og vit venda aftur til tín sum skjótast.

Vegleiðing til brúkaran

Vegleiðing til brúkaran er HER.

Filmsvegleiðingar

Áhugabólkar:



Vegleiðing til veitara

Vegleiðing til virkisbólkar er HER.

Vegleiðing til undangjørdan vanga er HER.

Filmsvegleiðingar

Virkisbólkar: